Kunning:
DR Ramasjang liggur har Cartoon Network lá. 3 PULS liggur har Visjon Norge lá. Visjon Norge hevur fingið nýtt pláss. Hjá flestu kundum verða nøvnini broytt sjálvvirkandi, har boð um broytingarnar koma fram á skíggjan og kundin trýstir á OK.
Hjá hinum kundunum er neyðugt at lesa rásirnar inn av nýggjum fyri at fáa rásanøvnini broytt og at fáa Visjon Norge inn aftur.
Televarpið hevur opið gerandisdagar millum kl. 9.00 og 16.00 og kann vegleiða við at lesa rásirnar inn av nýggjum, um tørvur er á tí. |