Pakkar
Vøruskrá
Vegleiðingar
Kunning
Her finnur tú okkum
Tak pulsin við Televarpinum - nýggjar rásir og nýggir prísir frá 1. mai 2010
25.03.2010

 

3 PULS verður nýggja rásin í Televarpinum og harumframt ber eisini til at taka pulsin á Rás 1, har tíðindi verða at síggja.

Frá 1. mai fer Televarpið at bjóða 3 PULS frá Viasat. 3 PULS verður at fáa í Reyða pakknum og Ælaboganum og har verður vælumtókt tilfar at síggja eitt nú Formel 1, Europa League, Lonely Planet og fleiri spennandi sendirøðir.

Nýggja barnarásin DR Ramasjang verður somuleiðis nýggj rás í Televarpinum 1. mai. Rásin kemur í staðin fyri barnarásina, Cartoon Network.

Samstundis verður tilfar at finna á Rás 1, sum er rásin hjá Televarpinum. Frá 1. mai verða tíðindi frá Portal.fo eisini løgd á Rás 1, so til ber at halda seg dagførdan um m.a. føroysk viðurskifti.

Televarpið hevur havt somu pakkaprísir síðani 2004, men kostnaðirnir til m.a. rásveitarar og upphavsrætt eru hækkaðir øll árini. Tí er tíðin komin til at tillaga mánðargjaldið fyri grundpakkarnar við 10-40 krónum frá 1. mai 2010.

Prísirnir á kortleiguni og Canal+ pakkanum eru óbroyttir.

Nýggir prísir frá 1. mai 2010:

Guli pakkin: 179 kr

Blái pakkin: 219 kr

Reyði pakkin: 289 kr

Ælabogin: 329 kr


Ítróttur

Skráir
Animal Planet
BBC Entertainment
BBC World
Canal+ Comedy
Canal+ First
Canal+ Sport 1
Canal+ Sport 2
Cartoon Network
Discovery Channel
Disney Channel
DR 1
DR 2
Eurosport
Kanal 4
Kanal 5
Kanal 6
Kringvarp Føroya
National Geographic
NRK 1
Rás 1
TV2
TV2 Sport
TV3
TV3+
VH 1
Visjon Norge

 

Televarpið © 2008 – Framleiðsla: Einslistir