Televarpið hevur í longri tíð verið í samband við íslendska Ríkisútvarpið (RÚV), tí avtalan um at senda íslendskt tilfar á Rás 1 hjá Televarpinum gongur út 31. mars 2010.
Orsøkin til at avtalan gongur út í komandi viku er, at RÚV ikki kundi tryggja, at RÚV framhaldandi var at finna á fylgissveininum eftir 1. apríl, tí eingin er at rinda kostnaðin fyri hetta plássið.
Ein áhugabólkur í Íslandi hevur higartil goldið fyri hetta plássið, soleiðis at íslendingar á Norðurlandinum høvdu møguleika at heinta RÚV-signalið niður gjøgnum parabol. Somuleiðis var hetta eisini ein tænasta til sjómenn, sum siglu undir Íslandi. Áhugabólkurin hevur boðað frá, at teir ikki kunnu rinda kostnaðin fyri plássið á fylgissveininum eftir 1. apríl.
Í løtuni er so spurningurin, um RÚV ella íslendska stjórnin hevur møguleika at rinda fyri plássið á fylgissveininum. Tað er ikki avgjørt enn og bíðar Televarpið eftir einari avgerð.
Televarpið boðar kundunum frá, so skjótt vit vita meira hesum viðvíkjandi. |