Televarpskortini við tí gomlu seriunr. 0137900.... eru nú sløkt. Hesi kort stavað frá 2002-2004.
Teir kundar, sum høvdu gomul kort fingu nýggj kort sendandi við postinum í desember. Um onkur kundi framvegis hevur eitt gamalt kort í móttakaranum, so hevur viðkomandi mist signalið til sjónvarpsrásirnar, tí kortið ikki longur fær dekrypterað signalið.
Hesir kundar kunnu venda sær til Televarpið gerandisdagar millum kl. 9.00 - 16.00 við gamla kortinum fyri at fáa eitt nýtt. |