Kanna fyrst og fremst eftir, at haldarakortið situr í móttakaranum/flatskerminum, og um tað situr rætt í. Í flestu móttakarum skal kortið venda við baksíðuni upp (á baksíðuni er strikukota og kortnummar) og endin við flísuni fyrst inn.
Í onkrum føri krevst ávís kortseria til móttakaran, t.d. um móttakarin er av slagnum Digiality T-2001 CX. Ring til Televarpið á tel 340340 fyri at fáa nærri kunning tí viðvíkjandi. |