Tað eru tríggjar møguligar orsøkir:
1. Kann vera, at rásin ikki er við í tí pakkanum, sum tú rindar fyri. Rásinnihaldið í hvørjum pakka sær er at síggja undir yvirskriftini Pakkar.
2. Kann vera, at haldarakortið ikki er dagført. Hetta kann komast av, at kortið ikki hevur verið brúkt í eina tíð, t.d. vegna eina ferð í útlandinum. Dagføring av kortinum fer í gongd, so skjótt móttakarin/flatskermurin verður tendraður. Vel eina av rásunum, sum er í tínum ráspakka (ikki galdandi fyri fríu rásirnar Rás 1, SvF og Visjon Norge), og lat standa frá í uml. 30 min. Um ikki rásirnar tá síggjast, er 3. orsøkin møguliga uppá tal, ella kortið og móttakarin mugu kannast nærri. Ring til Televarpið á tel 340340 fyri at fáa fleiri upplýsingar.
3. Kann vera, at haldið er í eftirstøðu og at haldarakortið tískil er stongt. Ring til Televarpið á tel 340340, um ivamál er um inngjaldingar og eftirstøðu. Er kortið stongt, verður tað latið uppaftur, so skjótt eftirstøða er goldin. |