Sjónvarp Føroya er við í skipanini. Harafturat er Rás 1 - ein serlig rás hjá Televarpinum, sum kann verða nýtt av øðrum at senda føroyskt tilfar á (sokallað open channel).
Eisini er nýggja kristiliga sjónvarpsrásin Iktus við í skipanini, tó er tað bert tey, ið taka signal frá sendaranum á Nólsoy ella sendaranum á Støðlafjallið, sum hava møguleika at síggja rásina sum nú er.
Fer Televarpið at senda útvarp, verður Útvarp Føroya sent og møguliga eisini hinar báðar føroysku rásirnar við.
|