Hava tygum upprunamóttakaran Force 1144T: Trýst á 0, trýst OK og blaða niður til Information, trýst OK. Nú sæst signalstyrkin. Um styrkin er niðanfyri 76%, eru sannlíkindi fyri, at myndin er stirvin ella frystur. Kanna antennuviðurskiftini. Tað er eisini møguligt at signalið er ov sterkt. Tá er signalstyrkin heilt lág, um 20-30%. Tá verður dempilið sett í endan á antennukaðalinum og hareftir í antennustykkið í móttakaranum. Dempilið er at fáa í Televarpinum.
Hava tygum móttakara Force 320T: Trýst á Menu, blaða niður til Indstil, trýst OK/Select. Blaða niður til Lister, trýst OK/select. Blaða niður til Modtagekvalitet, trýst OK/Select. Vel síðani frekvensin, sum tygum vilja kanna við at nýta pílaknøttirnar runt OK/Select knøttin, og trýst á OK/Select fyri at síggja signalstyrkina. Gott signal er 98-100%. Minimum signal í hesum móttakara er uml. 80%.
Hava tygum móttakara v/harðdiski Topfield 5100 ella Topfield 5700: Trýst á I-knøttin (beint undir 9 talinum á fjarstýringini), so sæst navnið á rásini, ið tygum hava valt til vinstru á skerminum. Longur ímóti høgru stendur frekvensurin, sum rásin liggur á, og uttast til høgru eru tvær strikur. Tann ovara strikan er gul og gongur yvir í reytt og tann niðara er gul og gongur yvir í blátt. Hesar báðar strikurnar umboða signalstyrki og signalkvalitet. Best er um hesar báðar fylla hvør sín teig heilt út.
Hava tygum móttakara Digiality T-2001: Trýst reyða knøttin á fjarstýringini og upplýsingar koma fram, m.a. signalstyrki og hvørji týdd, rásin liggur á. Her eru tveir signal-indikatorar fyri styrki og kvalitet, men signalkvaliteturin er tann umráðandi. Minimum signal í hesum móttakara er 32%, og gott signal er 48-64%.
Hava tygum móttakara Handan 5001: Trýst Menu, vel Installation, síðani Søger kanaler. Markeraða linjan stendur ovast á linjuni Søgningstype, sum skal veljast til Manuelt. Tá kann man flyta niður á næstu linju og velja tað týdd (kanal), sum signalstyrkin skal kannast á. Niðast í rútinum síggjast tvey signaltøl fyri niveau og kvalitet, og bæði tølini eru omanfyri 90%, tá signalstyrkin er góð. |