Byrja við at hyggja í yvirlitið: Í hesum bygdum/býum sæst Televarpið - hetta sæst í vinstra bredda á forsíðuni undir "Vegleiðingar". Vissa tær at Televarpið dekkar, ta/tann bygd/bý, har tú býr.
Fá til vega eina útiantennu, sum tekur rás 21 til 69 á UHF bandinum.
Eru tað fleiri móttakarar/sjónvørp, sum skulu taka signal frá somu antennu, er tað væl møguligt at tú fært brúk fyri einum antennuforstyrkjara.
Televarpið mælir til at brúka útiantennu heldur enn inniantennu.
Hevur tú ein av teim fyrstu móttakarunum. Force 1144T er hetta galdandi:
Kanna antennusignalið við at trýsta á "0",
trýst síðani á "OK",
píla niður á "Information",
og trýst so aftur á "OK".
Um styrkin er omanfyri 84% er signalið nøktandi. Í summum førum kann signalið verða ov sterkt. Tá vísir signalindikatorin at signalstyrkin er niðanfyri 40%, hóast talan er um ov sterkt signal.
Tað kann hjálpast við at keypa eitt sokallað dempilið, sum verður sett ímillum antennustykkið í móttakaranum og hann-stykkið á kaðalinum. Síðani verður dempiliðið stillað til at dempa signalið júst so mikið, sum er neyðugt í hvørjum føri sær. Dempilið eru at fáa í Televarpinum í Hoyvík.
Ymisku sløgini av móttakarum vísa ymisk prosenttøl í signalstyrki. Her eru nøkur dømir:
Force 320T hevur gott signal á 98-100%.
Digiality T-2001 hevur gott signal á 48-78%.
Handan 5001 hevur gott signal á 96-98%.
At hava ov sterkt signal er einans aktuelt við fyrstnevnda móttakara, Force 1144T. Aðrir móttakarar hava signalstillaran innbygdan frammanundan. |