Kann vera trupulleikar við antennuviðurskiftunum hjá kundanum. Kanna signalstyrkuna. Er hon umleið 80 %, kunnu tygum lesa rásirnar inn av nýggjum. Kanna fyrst, hvørjar rásir eru burtur. Sí yvirlitið undir "Rásir og týddir". Um rásirnar, sum er burtur, liggja á sama frekvensi, kann ein frekvensur vera óvirkin. Ring til Televarpi á 340 340 fyri at fáa nærri kunning.
Tá móttakarin skal innlesast av nýggjum er framferðahátturin hesin við Force 320T:
Móttakarin skal verða tendraður. Trýst á "MENU"
Vel "Indstil", trýst OK.
Vel "System", trýst OK.
Vel "Nulstil modtager", trýst OK.
Vel "Nulstil", trýst OK.
Bída eitt bil,
Vel "Dansk", trýst OK.
Trýst fyrst OK, vel "Færøerne" og síðani "Anvend".
Móttakarin lesur síðani rásirnar inn sjálvur. Bíða eitt bil og trýst síðani OK.
Móttakarin stillar klokkuna og so er liðugt. |