| Uppsøgn av Televarpshaldi
Vísandi til viðskiftatreytir Televarpsins í sambandi við uppsøgn av haldi:
§ 12 Uppsøgn og broytingar "Báðir partar kunnu siga sáttmálan upp til næsta mánaðarskifti í seinasta lagi tann 14. í einum mánað, uttan so at serlig avtala er gjørd um aðra uppsagnarfreist. Sigur haldari upp sáttmálan eftir uppsagnarfreistina, rindar hann eisini fyri tænastuna, ið fellir til gjaldingar tann 1. í komandi mánað. Haldarin sigur sáttmálan upp við at lata haldarakortið inn til Televarpið ella til góðkent sølustað. Tá haldarakortið verður latið inn, fær haldarin eina kvittan fyri móttøku av haldarakortinum.
Um uppsøgnin verður fráboðað í Televarpinum ella í onkrum av Telebúðunum kring landið innan omanfyri nevndu uppsagnarfreist er gjørligt at hava haldarakortið mánaðan út ella so leingi goldið er fyri. Síðani skal kortið latast inn fyri endaliga at uppsiga haldið.
Fyri at lesa PDF skalt tú brúka Acrobat Reader, sum kann takast niður HER. |