Kortini við tí gomlu seriunr. 0137900.... eru nú sløkt
06.02.2010
Televarpskortini við tí gomlu seriunr. 0137900.... eru nú sløkt. Hesi kort stavað frá 2002-2004.
Teir kundar, sum høvdu gomul kort fingu nýggj kort sendandi við postinum í desember. Um onkur kundi framvegis hevur eitt gamalt kort í móttakaranum, so hevur viðkomandi mist signalið til sjónvarpsrásirnar, tí kortið ikki longur fær dekrypterað signalið.
Hesir kundar kunnu venda sær til Televarpið gerandisdagar millum kl. 9.00 - 16.00 við gamla kortinum fyri at fáa eitt nýtt.
Televarpið skiftir út eina gamla kortseriu
05.01.2010
Í hesum døgum hava nógvir kundar fingið nýtt kort sendandi við postinum frá Televarpinum. Orsøkin er, at Televarpið dagførir sína krypteringsskipan tann 6. januar og í tí sambandi verða tey elstu kortini tikin úr nýtslu. Hetta er kortserian, sum byrjar við tølunum 0137900 ####-#.
Allir hinir kundarnir, sum hava kort frá øðrum kortserium, merkja einki til dagføringina. Hesir kundar hava tískil heldur ikki fingið nýtt kort frá Televarpinum.
Teir kundar, sum júst hava fingið nýtt kort við postinum og hava ein Digiality móttakara, verða vinarliga biðin um at venda sær til Televarpið á tel. 340 340 ella eina Telebúð og lata nýggja kortið inn, tí neyðugt er at fáa eitt annað kort, sum passar til Digiality.
Nýggj sending á DR 2 - ein avbjóðing fyri heilan
05.01.2010
11. januar byrjar nýggj sending á DR 2. Sendingin er ein avbjóðing fyri heilan og gevur íblástur. Hetta er vísindi á høgum støði og hugskotið hevur sín uppruna úr m.a. www.ted.com, sum vísir klipp frá fyrilestrum á hægri læristovnum og samrøður við viðurkendar vísindamenn.
Sendingin eitur "Danskernes Akademi" og er eitt samstarv millum DR 2 og hægri danskar lærustovnar. Sjálvt um innihaldið kann tykjast tungt, so verður tað als ikki turrisligt at fylgja við, men heldur hin vegin fer hetta at geva hyggjarunum íblástur og áhugaverda vitan um alt millum himmal og jørð.
Sendingingin verður at síggja mánadag til hósdag frá kl. 13.00-15.00.
Canal 9 verður ikki at síggja á Rás 1 frá januar 2010.
29.12.2009
Canal 9 er ein nýggj rás, sum byrjaði at senda tíðliga í heyst. Televarpið hevur við jøvnum millumbili víst fótbóltsdystir frá Canal 9 á Rás 1, men orsakað av at Canal 9 er so kostnaðarmikil fer Televarpið ikki at senda tilfar frá Canal 9 frá januar 2010.
Uttanlands hevur móttøkan av Canal 9 verið avmarkað, júst tí at hon er so dýr í mun til innihaldið.
Nýggjur føroyskur filmur: Karrybollarnir
11.12.2009
Karrybollarnir er ein nýggjur føroyskur filmur um 4 limir í einum sokallaðum tónleikabólki í Havn. Filmurin er ein satira yvir føroyska tónleikalívið og tað gongur ikki so væl hjá bólkinum, tí teir hava ikki júst tað sum krevst fyri at teir verða væl móttiknir hjá áhoyrarunum. Vit fylgja teimum bæði í býnum og á konsertferðum, m.a. í Klaksvík og umborð á Norrønu, har tað gongur heilt galið.
Forsangarin, Hallur Hjalgrímson, er ótiltalandi og frekur, so teir fáa vánaliga umtalu í fjølmiðlunum. Harafturat drekka teir ov nógv og tað gongur út yvir seriøsitetin hjá tónleikabólkinum. Umframt Hallur eru Hjálmar Dam, Turpin Djurhuus, Nicolai Falck, Hanna Flóvinsdóttir, Niels Uni Dam, Steintór Rasmussen, og Ingi Mohr við í filminum.
Leikstjóri er Johan Rimestad, sum lesur miðlavísindi á universitetinum í Keypmannahavn.
Filmurin er ein góð jólagáva til aldursbólkin 15-30 ár og kann keypast í Televarpnum, Klingran 1 í Hoyvík og kostar kr. 199,00.
Televarpið fyllir 7 ár
04.12.2009
Tann 5. desember fyllir Televarpið 7 ár. Í tí sambandi verða nakrar kappingar í sendingini "Varpið" á Rás 2 fríggjadagin, 4. desember millum kl. 15.00 og 17.00. Høvi verður hjá lurtarum at ringja inn og luttaka í spurnarkappingum og vera við í lutakastinum um at vinna góðar vinningar.
1. Vinningur: HANDAN móttakari, Ælabogahald í 6 mánaðar og 1 hálvárlig kortleiga. Virði: 3.219,00 kr.
2. Vinningur: Gávukort fyri 2 til Glasstovuna á Hotel Føroyum við 4 rættum, vínkorti, omaná, kaffi. Virði 2.000,00 kr.
3. Vinningur: Bókin "Havnarmyndir" hjá Birgari Johannesen. Virði: 220 kr.
Kann vera, at verturin lutar okkurt annað afturat, so minst til at lurta...
Lurta eftir Varpinum á Rás 2 fríggjadagar.
20.11.2009
Rás 2 sendir hvønn fríggjadag sendingina, "Varpið", sum Televarpið hevur stuðlað. Innihaldið fyrra tíman er tengt at m.a. fótbólti og teimum dystum, sum verða vístir í Televarpinum umframt prát við fólk og góður tónleikur. Harumframt er ein afturvendandi táttur, sum eitur "Televarpsbrúkarin hesa vikuna", har ein Televarpskundi verður spurdur ymiskar spurningar viðv. Televarpinum.
Seinni tímin hevur eitt breiðari innihald og tekur ymisk ting upp, sum t.d. mentanartiltøk, konsertir og onnur tiltøk í Føroyum. Fólk verða bjóðað í rásarúmið at greiða frá teimum ymisku tiltøkunum. Eisini eru kappingar á skránni í fleiri av sendingunum. Sendingin verður send næstu ferð fríggjadagin, 27. november kl. 15.00 - 17.00. Vertur er Heri Simonsen.